fimmtudagur, febrúar 13, 2003

Hérna eru brandarar á færeysku eða skemtisøgur eins og þeir segja: MJÓLKAPAKKARNIR Einaferð vóru tað 2 mjólkapakkar sum stóðu á borðinum, so segði tann eini illsliga: "Sleppi eg ikki inn í køliskápið beinanvegin, blívi eg súrur". SLIPSIÐ Einaferð var tað ein maður, ið fór inn á Apotekið, hann segði, at hann vildi hava eitt reytt slips við hvítum prikkum. Men tað høvdu tey ikki har. So fór hann uppá loft, og kastaði sjónvarpið út gjøgnum vindeyga. (ég skil þennan ekki!) KLÓKUR HUNDUR Ein kona átti ein hund, sum var øðiliga klókur, konan helt at hon kundi koyra hundin í skúla, fyri kanska at læra hann nøkur extra ting. Tá hundurin kom heim eftir fyrsta skúladag, spurgdi konan um honum dámdi væl skúlan? Hundurin nikkar "vuff vuff". So spyr konan um hann hevur lært nógv? Hundurin nikkar aftur "vuff vuff". Konan spyr so hundin hvat 2 ferðir 2 er? "Vuff Vuff Vuff Vuff" svarar hundurin. Til endans spyr konan um hann hevur lært naka nýtt mál? "MJAVVVVV!!!" svarar hundurin. FRÍMERKIR Per kom glaður heim til pápa sín, og segði, at hann slett ikki hevði brúkt pengarnar sum hann fekk við í býin. - Men góðasti Per, segði pápin undrandi, tú skuldi jú brúka pengarnar til frímerkir. - Jamen babba, helt Per fram, eg bíðaði bara til eingin sá meg, so skundaði eg mær at koyra brævið í postkassan. EINGI OYRU Hvat djór hevur 4 bein og eingi oyru??? Hundurin hjá Mike Tyson DUPULT Einferð skuldi Rakul við bussinum. Men problemi var at túrurin kostaði 10 kr, og hon hevði bert 5 kr. Knappuliga sá hon at bussførarin skeitti, so fann hon uppá ráð, fór inn í bussin, rætti hondina út og segði: "Her eru tíggju krónir". Bussførarin hyggur upp og sigur: "Ja, men tit eru tvær!!!". (...ekki þennan heldur!)

0 Comments:

Skrifa ummæli

<< Home